Gamal klædnahandil hevur snarað lykilin seinastu ferð

Síðani 1992 hev­ur Krist­ianna Høgne­­sen átt og rikið klædna­hand­­il­in Vogue í Havn

 

Leygardagin snaraði Krist­i­anna Høgnesen í Havn lyk­il­in fyri seinastu ferð í klædna­hand­l­inum Vouge í Magn­us Heinasonsgøtu í Havn.

 

Vouge er ein av teimum gomlu klædnahandlunum í Havn – helst tann elsti, sum hevur selt klæði til konu­fólk í 67 ár, og soleiðis kunnu vit siga, at handilin er kom­in til pensjónsaldur.

 

Tað var Celia Brockie Dam, sum byrjaði handilin í 1955 í Kon­rads­brekku í húsunum hjá ver­for­eldr­u­num. Í 1967 flutti hand­il­in niðan í Magnus Heinasonar gøtu, har Celia og maðurin Godt­fred Dam høvdu bygt hús til endamálið.

 

##med2##

 

Celia gavst við handi­li­num í 1980, og tá tók Jørg­hild Gunnarsson yvir. Hand­il­in flutti seinni niðan í SMS, men flutti oman aftur í bý­in, fyrst í handilshølini hjá Køkubúðini í Niels Winthersgøtu, sum tá var hildin uppat.

 

Í 1992 tók Kristianna Høgne­sen yvir handilin og flutti oman aftur í bygn­ing­in hjá Celiu í Magnus Magnus Heinasonar gøtu.

 

– Celia vildi so fegin, at handilin kom aftur í gomlu hølini. Vit vóru so sera væl, og tað frøddi hana, at eg yvirtók handilin, greiðir Krist­i­anna Høgnesen frá.

 

Tað fyrstu tíðina var hand­­il­in í ovaru hæddini, tí annar handil var í neðra. Men seinni fluttu Vouge aftur í gomlu hølini – og har hev­ur handilin verið líka til Kristianna snaraði lykilin seinasta leygardag.

 

##med3##

 

Og Kristianna letur sera væl at tíðini í handlinum, og sigur, at tað hevur riggað sera væl øll hesi árini.

 

Kristianna Høgnesen, sum er 77 ára gomul hev­ur drúgvar royndir í hand­ils­lívinum. Hon var í mong ár í handlinum hjá Hans Joensen í Niels Fin­sens­gøtu í Havn.

 

Hon var í hand­l­i­num Vogue, tá Jørghild Gunn­ar­s­son hevði yvirtikið handilin – og hon flutti við, tá hand­il­in flutti niðan í SMS, og hon hev­ur sum nevnt sjálv rikið handilin seinastu 30 árini. Og tilsamans mundi Vogue nú vera ein tann elsti handilin í Havn – um vit telja øll árini við frá 1955.

 

Tá Jørghild Gunnarsson flutti oman aftur í býin úr SMS, broytti hon navnið til »hjá Jørghild«, men tá Krist­i­anna tók yvir handilin tók hon uppaftur gamla navið »Vogue«.

 

– Celia vildi so fegin, at eg skuldi brúka navnið, og eing­in annar slapp at brúka tað, enn eg. Vit vóru so sera væl báðar, greiðir Kristi­anna Høgnesen frá.

 

Saman við Kristionnu Høgnesen hevur Marita Thorsvig eisini arbeitt í handl­i­num.

 

– Vit hava arbeitt so sera væl saman í mong ár. Onk­un­tíð hava vit verið fleiri, men fyri tað mesta bara tvær, greiðir hon frá.

 

Og tá Kristianna ber sam­an við tíðina hjá Hans Joensen, so var tað nakað heilt annað.

 

– Tá vóru vit einar 10 eks­p­e­d­i­­trisur.

 

##med4##

 

Og sum hon sigur, tá var alt øðrvísi.

 

– Ja tá vóru tað ordiligir handl­ar, sum hon tekur til – og tað var áðrenn bý­u­rin bleiv til eitt stórt park­er­ings­pláss, leggur hon speisk­liga afturat.

 

Nú fara Marita Thorsvig og Kristianna Høgnesen at rudda handilin. Tær hava havt útsølu – og tað mesta er farið.

 

– Restina fara vit at koyra út til Reyða Kross, og so er lið­ugt – og handilin Vogue er søga, sigur Kristianna Høgensen.

 

Seinastu 30 árini hevur Kristianna Høgnesen rikið »Vogue«

Í hesum húsunum í Kon­rads­brekku (Gríms Kam­bans­gøtu) byrjaði Celia Brockie Dam handilin »Vogue« í 1955. Hetta vóru húsini hjá ver­for­eldr­um hennara. Celia Brockie doyði 87 ára gomul í 2018. Maður hennara, Godt­fred Dam andaðist eisini 87 ára gamal í 2005

Celia Brockie Dam lat upp handilin »Vogue« í 1955