Gamal kjallari kom undan kavi

Nýfunnin kjallari í Havn ávirkar parkeringsavtalu hjá Tórshavnar kommunu

Mitt undir arbeiðnum at skipa økið aftan fyri Sjónleikarhúsið til parkeringspláss, kom ein 250 m2 gamal kjallari undan kavi við betongdekki og asfalti omanyvir, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Hetta arbeiðið við parkeringsplássinum er í sambandi við, at býráðslimirnir hóskvøldið skulu taka støðu til eitt mál um tíðaravmarkaða parkering í miðbýnum. 

 

Síðani skúlastovurnar aftan fyri Sjónleikarhúsið vórðu tiknar niður, hevur kommunan havt eina munnliga avtalu við Havnar Sjónleikarfelag um at nýta økið til almenn parkeringspláss. Nú er tíðin komin til at skipa hesi viðurskiftini og at fáa í lag eina avtalu við Sjónleikarhúsið.

 

Tekniska fyrisiting hevur arbeitt við málinum, sum varð samtykt í býráðnum í mars í ár, og farið var undir at skipa økið til parkering.

 

 

Dagføring: Kjallarin hevur ongantíð verið eitt loyndarmál

 

 

Viðvíkjandi kjallaranum, vísti tað seg, at tilfarið á 60 ára gamla dekkinum var í vánaligum standi, og tískil má størri umvælingararbeiði til fyri at tryggja neyðugu trygdina hjá borgarunum, sigur Tórshavnar kommuna.

 

Umvælingin fevnir um at brekka alt dekslið og síðani at fylla kjallaran við gróti. Hetta verður mett at kosta 450.000 kr. og hóskvøldið skal býráðið taka støðu til at játta hesa upphædd til arbeiðið.

 

Avtalan við Havnar Sjónleikarfelag um lán av parkeringsbásum verður í sama viðfangi broytt frá 10 til 30 ár, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.