Joan Laporta er navnið á manninum, ið skal bjarga Barcelona úr kreppuni, sum felagið er komið í. Fyrrverandi forsetin ætlar at vinna komandi forsetaval, og hála fyrrverandi venjaran, Pep Guardiola, heim sum ítróttarstjóra.
Les eisini: Kreppa í Barcelona
Joan Laporta vann forsetavalið í Barcelona í 2003. Saman við restini av leiðsluni fóru teir undir at endurbyggja eitt niðurbrotið Barcelona. Millum fyrstu keypini var ein harri við navninum Ronaldo de Assis Moreira – ella betri kendur sum Ronaldinho.
Les eisini: Kreppa lúrir í Barcelona
Fyrsta hálva árið gekk illa, men so kom ferð á. Barcelona endaði nummar tvey og vann sponsku landskappingina tvey tey næstu árini. Joan Laporta sat sum forseti í felagnum fram til 2010, tá Sandro Rosell tók við.
Enrique vil ikki svara
Venjarin hjá Barcelona, Luis Enrique, er sambært sponskum miðlum hart kroystur. Serliga eru tað søgurnar um, at hann og stjørna yvir teimum øllum, Lionel Messi, ikki kunnu einast. Onkrir miðlar skriva enntá, at talan er um opið kríggj millum partarnar. Aðrir miðlar siga, at Luis Enrique hevur tveir dystir at bjarga starvinum.
Barcelona hevði í dag tíðindafund undan steypadystinum móti Elche í annaðkvøld. Luis Enrique vildi ikki gera viðmerkingar til støðuna millum hann og Lionel Messi, men segði bert, at Lionel Messi er heimsins besti fótbóltspælari. Hann segði somuleiðis, at hann einki ultimatum hevur fingið frá leiðsluni hjá Barcelona.
Guillem Balague, viðmerkjari á Sky Sports, sum hevur gott samband í Spania, sigur at Lionel Messi ongantíð hevur verið tættari at fara úr Barcelona, men leggur afturat, at tað framvegis er langt til at hann veruliga fer at umhugsa tað.
Carles Puyol sum komandi venjari
Ein av ímyndinum av Barcelona í hesi øldini, krúlluti Carles Puyol, legði í vikuni frá sær sum varaítróttarstjóri, eftir at ítróttarstjórin, Andoni Zubizarreta, bleiv koyrdur frá.
Her sigur søgan, at Carles Puyol hevði betri hug at gerast venjari. Harfrá er ikki til at gita, at fyrrverandi miðverjin og liðskiparin verður settur í samband við eitt framtíðarstarv sum venjari hjá Barcelona.
*Síðani greinin bleiv skrivað, hevur sitandi forsetin í Barcelona boðað frá, at forsetaval verður eftir kappingarenda. Hann hevur somuleiðis boðað frá, at Luis Enrique verður verandi venjari til tað tí.