Gamal kenningur oddamaður hjá Íslandi

Nýggi venjarin hjá íslendingum var liðformaður, tá føroyingar í 1988 spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin

Tá íslendingar vóru á Tórsvølli mikudagin 18. august í fjør var Guðjón Þórðarson venjari. Hann var nógv virdur í starvinum. Úrslitini vóru góð, og tað hevði við sær, at venjarin fekk lokkandi tilboð aðra staðni frá. Íslendingar eiga nógv av pengunum aftanfyri Stoke City, og fyrrverandi ílsendski landsliðsvenjarin hevur nú ábyrgdina av eingilska 2. deildar felagnum.

Nýggjur landsliðsvenjari í Íslandi er Atli Eðvaldsson, sum sjálvur hevur spælt 70 landsdystir, sum var met tá, og var liðformaður í fleiri enn tríati landdystum.

Atli Eðvaldsson, sum var hollur miðverji, var yrkisspælari í útlondunum í áttati árunum. Í Vesturtýskalandi spældi hann m. a. við Borrusia Dortmund og Fortuna Düsseldorf, og hann royndi seg eisini í Turkalandi.

Beiggi hansara er Jóhannes Eðdvaldsson, sum í sjeyti árunum var miðvallari í skotska Celtic.

Atli Eðvaldsson er ikki ókendur fyri føroyingum. Tá landsliðið 24. august í 1988 var í Akranesi og spældi fyrsta altjóða skrásetta landsdystin, var Atli Eðvaldsson liðformaður.

Nýggi íslendski landsliðsvenjarin er sonur Evald Miksson. Hesin búsettist í Íslandi eftir 2. heimsbardaga. Hann kom úr Estlandi, har hann í tríati árunum hevði verið landsliðsmálverji.


Kropssterkir

Íslendingar vunnu mikudagin 1?0 ímóti Finnlandi. Rikarður Daðason, sum spælir við Viking í Stavanger, skoraði málið í 1. hálvleiki.

Úr Spania verður sagt, at tað gekk eitt sindur harðliga fyri seg, og tískil skulu føroyingar rokna við, at tað seinnapartin í dag verða nógvir nærdystir, har kropsstyrkin fer at hava nógv at siga.

Málverjar í íslendska hópinum eru Birkir Kristinsson, ÍBV og Árni Gautur Árason, Rosenborg, og útispælararnir eru Rúnar Kristinsson, Lilleström, Rikharður Daðason, Viking Stavanger, Bjarki Gunnlaugsson, Preston, Helgi Kolviðsson, Mainz, Auðun Helgason, Viking Stavanger, Pétur Guðmundsson, Tromsö, Sverrir Sverrirsson, Fylkir, Bjarni Guðjónsson, Genk, Arnar Þór Viðarsson, Lokeren, Sigurður Örn Jónsson, KR, Ólafur Örn Bjarnason, Malmö, Haukur Ingi Guðnason, Liverpool, Þórhallur Hinriksson, KR, SigÞór Juliusson, KR, Indriði Sigurðsson, Lilleström og Bjarni Þorsteinsson, KR.

Umframt hesar omanfyri nevndu hava fýra aðrir verið í íslendsku leguni, sum nú eru farnir aftur í útlendsku feløgini, sum teir spæla fyri. Hesir eru Þórður Guðjónsson, Genk, Hermann Hreiðarsson, Wimbledon, Heiðar Helguson, Watford og Eiður Smári Guðjohnsen, Bolton.