Gamal kenningur aftur í AB

AB hevur í kvøld skrivað sáttmála við lokalan leikara, sum hevur verið uttanlands í lestrarørindum

AB, sum stríðist fyri lívinum í Effo-deildini, hevur í kvøld styrkt um Effo-hópin hjá sær til seinnu hálvu.

 

Felagið hevur gjørt sáttmála við argjamannin, Dion Splidt, sum annars hevur verið niðri í lestrarørindum.

 

Dion Splidt hevur spælt avgerandi leiklutir á liðnum hjá AB øll tey seinnu árini, har sum felagið hevur klára at hórað undan í niðurflytingarstríðnum hvørjaferð.

 

Dion Splidt váttar fyri in.fo at avtala er gjørd millum partarnar, og at hann verður tøkur hjá AB venjaranum, Trygva Mortensen, tá flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti letur upp aftur tann 15 juni.

 

Dion Splidt er triði leikarin sum AB fær styrk av í seinnu hálvu. Frammanundan hevur AB eisini gjørt avtalu við Símin Hansen, sum kemur úr HB, og Jobin Drangastein, sum kemur úr Víkingi.