Gamal kærleiki rustar ikki

Nú oddafiskarnir úr uttanflokkalistanum aftur eru saman, er linjan løgd.

Myndin av nýggja meirilutanum í Tórshavnar Býráð minnir sera nógv um minnilutabólkin í sama býráð í 70?unum og 80?unum. Tann gamla gardan úr uttanflokkalistanum, ella flokkinum hjá Peturi í Gong, er komin til makt og æru.

Sambandi

nýggjan leiðara

Nýggi leiðarin í Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, Heðin Mortensen, og Ingi Mohr hava báðir sitið í nógv ár í býráðnum umboðandi uttanflokkalistan. Nú teir báðir saman við Javnaðarflokkinum eru í bólki saman, er tað sum í gomlum døgum. Einasti munurin er, at fyrr vóru teir altíð í minniluta, men nú eru teir í meiriluta, og kunnu tí ráða fyri borgum.

Ikki kann sigast, at uttanflokkalistin var kendur fyri seriøsan og konstruktivan politikk, heldur var hann kendur fyri at arbeiða frá máli til mál og at hjálpa sínum. Eingin føst linja mátti vera í arbeiðslagnum.

Neyvan ynskir borgarin, at gamli destruktivi politikkurin verður førdur inn aftur um býráðsgátt, men okkurt er, ið boðar frá hesum. Kortini er at vóna, at Heðin og Ingi ikki sleppa ótarnaðir at gera, sum teimum listir, og vónandi vilja skilafólkini í meirilutanum halda í oyrunum á teimum.

Ingi Mohr hevur sagt, at Javnaðarflokkurin við Elini Lindenskov, Sambandsflokkurin við Heðini Mortensen, Ronald Poulsen og hann sjálvur vilja fara til val saman fyri eisini í komandi valskeiði at vera í bólki saman.


Ingi borgmeistari?

Tokið er koyrt, sigur Heðin Mortensen, og millum ferðafólkini sita teir tríggir oddafiskarnir Ingi, Heðin og Elin. Hesi hava lovað hvørjum ørðum trúskap og vilja eisini verða saman í komandi valskeiði. Spurningurin er: Hvør av teimum skal verða býráðsformaður.? Ingi, Heðin ella Elin.

Býráðsformaðurin plagar at vera úr Havn, og um tað er kvalifikatión nokk, so stendur valið bert millum tvey av teimum trimum.


Livst so spyrst

Jan Christiansen, býráðslimur