Kanningar vístu, at oddurin er meiri enn 100 ára gamal, og at hann hevur sitið í hvalinum síðani eina ferð í 1890-árunum. Granskarar hava ofta havt ilt við at staðfesta aldurin á stórhvali, men hesaferð halda teir, at grønlandshvalurin við oddinum er millum 115 og 130 ára gamal.