Gamal HB’ari vitjaði hópin

HB er í hesum døgum í Serbia, har teir í kvøld skulu spæla móti FK Partizan. Í gjár vitjaði ein gamal kenningur HB hópin.

HB hópurin, sum í hesum døgum er í Serbia, har teir í kvøld skulu spæla Champions League dyst móti FK Partizan, fekk í gjár vitjan av einum gomlum kenningi.

 

Talan er um fyrrverandi HB venjaran, Ion Geolgau, ið var venjari hjá HB frá 1998 til 2002.

 

Ion Geolgau er høgt í metum í havnafelagnum, tí hann átti sína stóru æru í meistaraheitunum hjá HB í 1998 og 2002.

 

Seinast Ion Geolgau var í Føroyum sum venjari, var í 2003, tá Ion Geolgau var venjari hjá grannunum hjá HB úr B36.