Gamal-dreingjasøgur arga

Seksualitetur frá einum gomlum-dreingja sjónarhorni rennur gjøgmum stuttsøgusavnið Revapassarin, sum ikki er fyri sartar sálir

Ummæli
Jónley á Løgmansbø
-------

Revapassarin og aðrar søgur hjá Agnari Artúvertin er eitt áhugvert og øðrvísi søgusavn, tí tað brýtur frá teimum vanligu føroysku sosialrealistisku søgunum, vit kenna so væl.
Søgurnar eru tíggu í tali, og reyði tráðurin í teimum er, eftir mínum tykki, eksistentialisma og sexualitetur. Søgunar eru fiktivar og surrealistiskar og fara fram í marrulíknandi heimum, har veruleiki og dreymur eru tætt samanknýtt, soleiðis, at høvuðspersónarnir ofta hava sera trupult við at skyna á tí. Í fleiri av søgunum fær lesarin eina fatan av at vera fangaður í einum ringum dreymi við tað, at søgurnar loypa nógv í tíð og eru samanblandaðar av ymiskum kendum og ókendum alt í einum.
Í støðum eru søgurnar torskildar og ørkymlandi fyri lesaran, tí summastaðni er lítil samanhangur ímillum tíð, stað og persónar. Við onkrum av søgunum situr ein eftir við kensluni: Hvat var tað nú í veruleikanum handan søgan var um, og hvat var endamálið, boðskapurin í henni?
Men skal tað altíð vera eitt endamál og ein boðskapur, kann mann spyrja seg sjálvan? Til dømis í søguni »Honi soit qui mal pense – komin úr delirius tremens«, har høvuðspersónurin býr í Nýhavn í Kekkia, har høvuðsmálið er føroyskt, og hann tosar bæði valtraverskt og qvamitiskt, ið er eitt uppfunnið mál. Hetta minnir meg ikki sørt um sangin, sum onkur plagdi at syngja: »Jeg er nordmand, født i Sverige, Danmark er mit fædreland. Taler russisk som en jøde, skønt jeg er en engelskmand.«

Sexualiteturin í søgunum er ofta tann forbodni, skammfulli, øðrvísi, ráði, kensluleysi, einsamalli og kærleiksleysi sexualiteturin, ið verður lýstur frá einum “gomlum dreingja sjónarhorni”, um mann kann taka soleiðis til. Hetta kemur t.d. til sjóndar í søguni »Revapassarin«, har A rembir sær á konuni, tá tey eru sexuelt saman.
Evnini, ið verða viðgjørd, eru m.a. leitanin eftir sær sjálvum, at søkja mørk, einsemi, misnýtsla, menning, girnd, demonir og dupultmoralur.
Huglagið í søgunum, sum eisini til tíðir eru skemtiligar, tí høvuðspersónarnir gera og siga ymiskt undarligt, óvæntað og óreallistiskt, er fyri tað mesta dapurt, ræðandi og til tíðir beinleiðis frástoytandi fyri erkvisna lesaran.
Sum lesari merkir tú allatíðina høvundan í søgunum á tann hátt, at tað er, sum um hann hevur lagt ein stóran part av síni egnu sál í søgurnar. Tað tykist, sum um hann er sera tætt knýttur at persónunum í søgunum. Næstan, sum um fleiri av høvðuspersónunum eru høvundin sjálvur. Eisini tí, at nakrir av teimum bera dulnevni A. Lesarin fær eina fatan av, at hann fær innlit í hugaheim høvundans, ið kanska hevði mint um ein málning hjá listamálaranum Salvador Dali, um hann var ein málningur.

Ræðslan er ein søga um at síggja sínar egnu demonir í eyguni. Megnar tú tað ella ikki? »Maðurin á mánanum« ger á sera løgnan og óhugnaligan hátt upp við tað einsamalla menniskja og vísindaligar royndir við fostrum. »Rúmið« er um at leita í blindum, at møta múrum, at finna troyst í myrkrinum. Er nakar vegur út? Í søguni »Hon er stór tøgnin« roynir høvuðspersónurin at rýma frá sær sjálvum. Kann mann tað, ella flytir trøllið við? »Tíðindafundurin« er ein søga um ein tíðindafund, ið endar við eini óbindandi sameining millum tvey tíðindafólk. Hon er rættiliga stuttlig, tí hon er so løgin. Søgan »Honi soit qui mal pense – komin úr delirius tremens« er sera marrukend og ræðandi. Høvuðspersónurin hevur ógvuliga trupult við at skyna millum dreym og veruleika. Í »Hvør er keisari?« møta høvuðspersónarnir drúgvum royndum. Verða tey ment sum menniskju av hesum, ella ikki? »Húsið hjá Spaniólanum« er um, hvussu ein gerð førir til eina aðra, um at leggja skuldarkenslur frá sær, ella flyta tær yvir á onkran ella okkurt annað, ið sostatt fær okkum at gera ymiskt, vit annars ikki høvdu gjørt. »Klórað niður á deyðastrá« brýtir, eftir mínum tykki, frá hinum søgunum í savninum. Hon er kanska mest skrivað fyri at fáa luft fyri, hvussu dupultmoralskir føroyingar, eftir høvundans tykki, eru. Longsta søgan í savninum »Revapassarin« er ein meira vanlig vampýrsøga, ið tó hevur ymiskt, ið víkur frá teimum vampýrsøgum, vit vanliga kenna. Eitt nú, tá A(braham) ikki sær sín egna murt í spegilinum. Hvat skal lesarin leggja í hetta? Er tað ein sálarlig kastratión? Ræðslan fyri at gera sínum kæru mein er eisini gjøgnumgangandi í søguni? Tó haldi eg, at tað eru í so nógvar ansøgnir í hesi søgu, ið kunnu fáa lesaran at føla seg intellektuelt undirmettan.

Høvundin hevur sín heilt egna og eyðkenda skrivistíl. Málið er eitt blandingsmál, tað er til tíðir háfloygt, onkustaðni næstan bíbilskt, nógv forn orð verða nýtt, men aðrastaðni er málið vanligt gerandismál. Tá beinleiðis tala verður nýtt, er málið sera gerandisligt og til tíðir næstan sms-líknandi í forminum, onkustaðni næstan barnamál. Hetta tekur tó ikki nakað frá søgunum. Havi eina fatan av, at høvundin tilvitað nýtir málið á henda hátt. Í søgunum fyrikoma ofta frágreiðandi parantesir, sum innskotnir setningar. Lesarin fær eina fatan av, at tað er sera umráðandi, at hesar eru við fyri at skilja søgurnar rætt, men til tíðir haldi eg, at tær ørkymla meira, enn tær upplýsa.
Tað merkist týðiliga ígjøgnum alt savnið, at høvundin er sera lisin maður, tí ofta verður sipað til bæði kendar og meira ókendar høvundar og verk.
Savnið er øðrvísi enn nakað, eg áður havi lisið. Høvundin er sera djarvur, tí hann torir at seta orð á nógv tabuevnir, serliga í Føroyum. Føroyar og føroyingar sum heild ganga ígjøgnum alt savnið, og ikki altíð er tað fyri tað jaliga, teir vera umrøddir. Savnið er ikki fyri sartar sálir, men um tú ikki er bangin fyri at royna nakað øðrvísi, so er hetta savnið til tín.

Mynd:
Lesarin fær kenslu av at síggja inn í hugaheim høvundans, ið kanska hevði mint um ein málning hjá listamálaranum Salvador Dali, um hann var ein málningur.