Tað er nú greitt, at fyrrverandi borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech, ætlar sær aftur upp í kommunupolitikk.
Hon kunngerð nevniliga í kvøld, at hon er á listanum hjá javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Vági.
Kirstin Strøm Bech varð borgarstjóri í Vági frá 2005 til 2012. Hon varð fyrstu ferð vald í býráðið í 2004 og tá gjørdist hon borgarstjóri. Hon varð afturvald í 2008, og hon varð eisini borgarstjóri ta setuna.
Hinvegin stillaði hon ikki upp aftur á valinum í 2012 - men nú hevur hon so aftur fingið blóð upp á tonnina og stillar upp aftur