Gamal aðalskrivari tekur við

Tað hevur ikki enn eydnast Bláakrossi at fáa nýggjan aðalskrivara eftir Jaspur Langgaard, sum er farin í annað starv.

Á fundi í landsnevndini herfyri varð samtykt at seta verandi kunningarleiðaran, Asbjørn Jacobsen í hetta starvið, til ein nýggjur er funnin. Hann er ikki ókendur í hesum starvinum, tí frá 1995 til 2003 var hann aðalskrivari í Bláa Krossi.
Ásbjørn hevur longu tikið við starvinum.