Fyrrverandi einaræðisharrin í Argentina, Leopoldo Galtieri, doyði um vikuskiftið 76 ára gamal. Galtieri varð tikin í fjør og skuldsettur fyri at hava ábyrgdina av, at 19 limir í peronistaflokkinum hvurvu og eftir øllum at døma vórðu myrdir í áttatiárunum. Síðani handtøkuna hevur fyrrverandi einaræðisharrin sitið í húsavarðhaldi.
Leopoldo Galtieri var ein av heryvirmonnunum í hernaðarstýrinum, sum stýrdi Argentina í árunum frá 1976 til 1983. Stýrið var sera harðrent og, og hildið verður, at millum 11.000 og 30.000 politiskir andstøðingar vórðu burturfluttir og myrdir, meðan hernaðarstýrið sat.
Í 1986 varð Leopoldo Galtieri dømdur í sambandi við argentinska ósigurin í krígnum við Bretland um Falklandsoyggjarnar. Argentina hersetti oyggjarnar í 1982, men 74 dagar seinni noyddust teir argentinsku hermenninir at geva seg yvir. Kríggið kostaði 652 argentinum og 255 bretum lívið.










