Galopperandi ørskapur

- Eg haldi, at tað er galopperandi ørskapur at samráðast um sáttmálar rundan um ársskiftið, ið er besta fiskitíð, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi. - Vártíðin er tann tíðin, sum vanliga roynist best hjá heimaflotanum, og hetta er eisini tíðin, tá skipini eystanfyri plaga at hava bestu veiði.

Tað sigur Mortan Joihannesen, reiðari á flakatrolaranum, Ennibergi.

Hann heldur, at samráðingarnar millum reiðarar og manningarfeløg heldur skuldu ligið, tá vártíðin er av, og summarið stundar til.

- Tað hevur verið vánaligt við upsa í seinnu hálvu av 2010. Nú fingu skipini endiliga nakrar fiskar aftur, og samstundis endaðu vit í sáttmálaloysi, og flotin liggur.

Hann vísir á, at tað er veturin og vártíðin, sum heimaflotin skal liva av, samstundis sum hetta er besta tíðin hjá flakatrolarunum eystanfyri.

Mortan Johannesen heldur, at samráðingar og sáttmálaloysi rundan um ársskiftið er galopperandi ørskapur, sum hann tekur til.