Javnaðarflokkur á odda – Fólkaflokkur fótar sær

Veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið, gevur andstøðuni meiriluta. Men Fólkaflokkurin hevur fótað sær og avmarkar skrædlið munandi.

Í mun til sera vánaliga fólkatingsvalið hjá Fólkaflokkinum, so eru dagsins veljarakanningar hugaligur lesnaður hjá Fólkaflokkinum, tó at flokkurin gongur 4,7 prosentstig aftur. Men avmarkað er afturgongdin, tá flokkurin bara missir ein tingsess í mun til fleiri aðrar kanningar – og í mun til fólkatingsvalið.

 

Veljarakanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið, vísir, at Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur við 26,9 prosentum. Tað er ein framgongd í mun til seinasta løgtingsval upp á 3,7 prosentstig, sum gevur flokkinum 9 tingsessir. Tað er ikki hent síðani heimastýrislógina í 1948, at ein flokkur hevur fingið 9 tingsessir. Tó fekk Javnaðarflokkurin í 1990 10 tingsessir, sum er met síðani heimastýrislógina. Annars hevur 8 verið hægsta tal av tingsessum hjá einum flokki síðani heimastýrislógina.

Á øðrum plássi liggja Fólkaflokkurin og Tjóðveldi púra javnir á 19,8 prosentum og 7 tingsessum. Fólkaflokkurin gongur 4,7 prosent aftur í mun til seinasta løgtingsval, meðan Tjóðveldi gongur 1,7 prosentstig fram.

Sambandsflokkurin fær sambært kanningini eitt vánaligt val við 18,3 prosentum, sum er ringasta valúrsllt hjá flokkinum í 24 ár. Flokkurin missir 2,0 prosentstig og ein tingsess.

Framsókn hevur stóra framgongd, fær 7,8 prosent, sum er ein framgongd upp á 3,2 prosentstig. 

Miðflokkurin gongur 0,8 prosentstig fram og varðveitir sínar báðar tingsessir.

Sjálvstýrisflokkurin fær 2,2 prosentstig og røkkur ikki upp um tinggáttina. Flokkurin fær tí sambært kanningini ikki umboðan á tingi.

Hugsa vit um samgongumøguleikar, so sæst, at sitandi borgarliga samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og til 8. november eisini Miðflokkin hevur mist meirilutan. Andstøðan fær 18 tingsessir og kann tí skipa samgongu.

Fullveldisflokkarnir hava eisini 18 tingsessir, um vit leggja saman Fólkaflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkin, tó at lítið bendir á tann møguleikan.