Fyrireikingarnar til 100 ára veitsluna hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag eru so at siga komnar undir land. Veitstlan verður í KÍ høllini leygarkvøldið 13. november klokkan 19.30. Mangt og hvat verður á skránni. Jákup Ziskason stendur fyri matgerðini og borðreiðir hann við trýrættaðari matskrá. Undir borðhaldinum fara millum annað Pipar og Salt at undirhalda.
Eisini fara allir FM vinnararnir hjá KÍ júst farna kappingárið á pallin, KÍ ? cheerleaders fara at framføra, ársins KÍ arar verða kosnir, heiðurslimir verða kosnir og gestarøðarar vera eisini at hoyra. Til dansin aftaná spæla Fróði og Deiggj.
Atongumerki til veitsluna kunnu keypast á Statoilstøðunum í Klaksvík og Gundadali og í Kiosk Vár í Klaksvík.
Fyrireikararnir siga, at enn er ikki so langt síðani, at atgongumerkini vórðu løgd út til sølu, so enn er ikki greitt, hvussu undirtøkan higartil er.