Gallaveitsla í Ilimmafik

Føroyska gávan til grønlendska fróðskaparsetrið var ein klassiskur pyntiknívur við skafti og slíðraknívur úr ibenholt við innløgdum silvuri

Meðan vígslan var fyri almenninginum so var gallaveitslan um kvøldið fyri innbodnum, og dresskravið var galla. Har mundu vera mestsum allir landstings- og landsstýrislimirnir umframt øll onnur sum høvdu við undirvísing og mentan at gera. Gestir vóru eisini úr Danmark, Føroyum og Canada.

 

Øll vóru í galla, sum tað var kravt í innbjóðingini. Konufólkini í fínum longum kjólum og mannfólki í smoking ella klædningi, flestu í svørtum, men nógv grønlendsk mannfólk vóru í annoraq. Ein vanlig fatan er, at galla-annorakkin hjá grønlendingum var hvít, men tað vísti seg ikki at verða akkurát so, tí har vóru menn í annorakkum av silki og í øllum litum, grønum, reyðum, bláum, hvítum og mynstrutum. Ein einfaldur og sera skilagóður stásbúni. Fyrrverandi landstingsformaðurein Jonathan Motzfelt gekk í bláari annorakk, sum minti um eina tjóðveldisblusu, men úr silki kortini.

Døgurin var á høgum norðurlendskum gourmet-støði, niðurundir var tað ein aromatisk reinsdjóraconsommé við rækjusuffle og royktari persilluolju. Høvuðsrætturin var ein smakkssymfoni sett saman av lambaryggur við timianbraiseraðum lambahálsi í filo, eini rullu av paprikakrydraðum lambafarsi, urtum, sopparisotto & citrónglace. Omaná var sjokulátucappuccino við jarðberjatertu, ælabogaísi & broysknari vanilju. Sera lekkurt, men hetta er kanska ikki júst tað sum føroysku útróðrarmenninir kenna aftur frá síni tíð í Grønlandi.

 

Sum altíð í slíkum førum, vóru nógvar talur, og húsið fekk nógvar gávur, men tíbetur vóru allar talurnar stuttar og góðar. Eisini gestirnir hildu talu. Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya bar fram fram kvøðu frá setrinum og øðrum føroyskum granskingarstovnum, og kundi ikki bara sær at siga, at hann veruliga var øvundsjúkur inn á grønlendingar, sum høvdu fingið so frálíkar karmar um teirra fróðskaparsetur. Hann tók eitt sindur aftur í søguna, og vísti til eina ferð, tá ein nevnd frá Grønlandi var í Føroyum fyri at kanna hvønn týdning Fróðskaparsetrið hevði fyri Føroyar. Hetta var í november 1980, tá teir so smátt byrjaðu. Fýra ár seinni, í 1984 varð Ilisimatusarfik – grønlendska fróðskaparsetrið, sett á stovn. Sjálvt um studentatalið er umleið tað sama, so er Ilisimatusarfik, tá tað kemur til høli, farið langt fram um Fróðskaparsetrið.

Jóan Pauli Joensen helt, at grønlendingar høvdu gjørt eina rætta politiska raðfesting, við at byggja eini hús til gansking og undirvísing, tí tað var ein íløga, sum loysti seg um allan heim. Hann hevði við eina gávu frá Føroyum, sum var ein pyntiknívur úr ibenholt við innløgdum ímyndum av grindareiðskapi úr silvuri. Saman við knívinum gav hann rektaranum Aage Rydstrøm-Poulsen eina 20 krónu, sum hann kortini tók aftur, sum gjald fyri knívin. Við hesum fyribyrgdi hann at knívurin kom at skaða onkran. Tað helt Aage Rydstrøm-Poulsen vera sera skilagott, tí, sum hann segði, so var tað ikki óvanligt, at universitetsfólk í hørðu akademisku kappingini, gingu við knívi í ermuni.

Rektarin á Fróðskaparsetrinum læs eisini upp eina heilsan frá landsstýriskvinnuni í mentamálum. Sum landstýrismaðurin í mentamálum Tommy Marø, takkaði fyri.