Gallaveitsla í hondbólti

Undirtøkan fyri árligu Gallaveitsluni í hondbólti hevur øll árini verið sera góð. Tað hevur eydnast hondbóltinum at skapt eitt spennandi og afturvendandi tiltak eftir kappingarlok, sum íðkarar og fólk kring um síggja fram til og luttaka

Hondbóltssambandi skrivar at gallaveitslan 2025 verður leygardagin 17. mai kl. 18.00 í bygdahúsinum á Strondum við StÍF sum fyriskipara. Aftur í ár verður Hondbóltsambandið ein virkin viðleikari í samband við tiltakið. Meðan StÍF hevur ábyrgdina av sjálvari veitsluni, verður tað HSF, sum avgreiður atkvøðugreiðsluna. Handanin av virðislønunum verður undir sjálvum borðhaldinum í bygdahúsinum. Tað vera høvuðs-, deildar- og stórstuðlar hjá HSF, sum fara at lata og handa steypini.

 

Treytirnar fyri ábyrgdarbýtið av tiltakinum eru fyriskrivaðar í skipan, sum var sett í verk í 2018. Hugsanin tá og nú er støðugt at lyfta tiltakið, og tað er eitt greitt ynski frá bæði HSF og StÍF at umframt leikarar, venjarar og dómarar í deildunum hjá teimum vaksnu fara eisini nevndir og samskiparar hjá feløgunum at luttaka. Eisini frá teimum feløgunum, sum ikki hava lið í SMS og/ella Burn deildini. Stóru stuðlarnir hjá HSF koma við, og ætlanin er at arbeiða fyri, at miðlarnir í enn størri mun kasta ljós á tiltakið.

 

HSF skipar sum sagt fyri atkvøðugreiðsluni til virðislønirnar. Tey í velja eru, eitt leikaraumboð/liðskipari, høvuðsvenjararnir hjá liðunum í SMS- og Burn deildini, fjølmiðlarnir, sum fylgja hondbóltinum og landsliðsvenjararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum. Atkvøtt verður við 3, 2 og 1 stigi, og atkvøðugreiðslan, sum er almenn, verður eftir finalurnar.

 

Tilmelding.

 

  • Evstamark fyri tilmelding til Gallaveistsluna 2025 er mikudagin 30. apríl. Prísur kr. 475,- fyri hvønn. Tilmelding fer fram við at hvørt felag sær sendur eitt yvirlit yvir hvørjir persónar eru við til pb@mest.fo. Samstundis skal samsvarandi upphæddin flytast til konto í Betri Banka 9181-5038687, viðmerk felag/gallaveitslan 2025.

 

Fyribilsskráin fyri Gallaveitsluna. (Tillagingar kunnu koma)

 

18.00             Bjóðja verður vælkomin

19.00             Farið verður til borðs.

19.30             2 rættað matskrá, sangur, innsløg og handan av ársins hetta og hatta.

23.00             Dansur við DJ Kára Annand Berg

 

StÍF og HSF gleða seg at bjóða vælkomin til Gallaveitsluna 2025. Undirtøkan verður ivaleyst góð, og vónandi síggja vit leikarar, venjarar, dómarar, leiðarar og nevndarlimir, soleiðis at vit, saman við stóru stuðlunum hjá HSF og miðlunum, fáa eina rimmar veitslu, og ein virðuligan enda á hondbóltskappingarárið 2024/25.