Á Sendistovu Føroya verður ein setanarrøða, og hana fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at halda.
Sendistovan fer eisini at borðreiða við føroyskum brellbitum og føroyskum drykkjuvørum, Elinborg fer at spæla og syngja nøkur løg, og Gallarí Havnará fer at vísa fram føroyska list hjá Sigrun Gunnarsdóttur, Bárði Dahl Christiansen og Astri Luihn.
Av listarfólkunum, verður bara Sigrun við í Íslandi.
Á mentanarnáttini fer Sendistova Føroya eisini at skipa fyri føroyskum tónleiki í Kaldalón í Hørpuni, og her verður eisini heimildarmyndin – Heartist – um listarkvinnuna, Sigrun Gunnarsdóttur, vístur.
Bogi Andreasen, sum eigur og rekur Gallarí Havnará, sigur, at listaframsýningin á Sendistovu Føroya eisini er ein søluframsýning, og hann vónar sjálvsagt, at listarfólkini kunnu selja nøkur av sínum verkum.
##med2##
- Vit eru boðin við til Íslands, og eg haldi, at hetta er eitt gott høvi hjá okkum at seta sjóneyku á føroyska list í Reykjavík, sum soleiðis verður umboðað og sædd.
Hann sigur seg eisini vóna, at Gallarí Havnará við átakinum í Reykjavík kann víðka um netverkið og fáa góð sambond í Íslandi, sum møguliga kunnu fáa týdning fyri framsýningarhølini í Havn.
- Tað verður eisini spennandi at vita, hvussu undirtøkan verður fyri filminum um listarkvinnuna, Sigrun Gunnarsdóttur, sum eg haldi er ein fantastiska góður filmur, sigur Bogi Andreasen, sum eisini verður við í Reykjavík á mentanarnáttini leygardagin.












