Gallakvøld til frama fyri føroyska gastronomi

Umframt at heiðra matstovur og kokkar, verða eisini tríggir vælkendir føroyingar heiðraðir fyri sítt stóra íkast innan gastronomi.

 

Sunnukvøldið verður Hotel Brandan karmur um ein stóran galladøgurða til frama fyri føroyska gastronomi. 

 

Á kvøldinum, sum er alment, og har fólk við áhuga kunnu tekna seg á Hotel Brandan, verða matstovur og kokkar í Føroyum heiðrað fyri sítt arbeiði.

 

Tað er einki minni enn "Faroe Best", sum skulu veljast og heiðrast.

 

Bent Christensen, sum hevur Danske Spiseguide, verður við á kvøldinum. Hann hevur í mong ár havt ein stóran leiklut í, at Føroyar eru komnar so langt í gastronomi, sum vit eru í dag.

 

Umframt at heiðra matstovur og kokkar, verða eisini tríggir vælkendir føroyingar heiðraðir fyri sítt stóra íkast innan gastronomi. Teir eru Gutti Winther, Birgir Enni og Leif Sørensen.

 

In.fo fer at fylgja málinum og fer at hava myndir og frásøgn frá tiltakinum á Hotel Brandan sunnukvøldið.

 

##med2##

 

 

 


 

 

"Faroe Best" skulu veljast og heiðrast sunnukvøldið á Hotel Brandan.