Gallakvøldið útsett

Hondbóltur: Endabresturin á hondbóltsárinum 1998/99 - stóra gallakvøldið, ið ætlandi skuldi verða í Badmintonhøllini leygarkvøldið, er útsett til 10. apríl orsaka av verkfallinum

Verkfallið rakar eisini ítróttin á mangan hátt. Herfyri kom fram, at H71 skipar fyri einum stórum gallakvøldi, ið skal setta eitt verdugt punktum fyri hondbóltsárinum 1998/99 komandi leygarkvøld, men nú er tiltakið útsett til leygarkvøldið 10. apríl. Hetta kvøldi verða nógvar heiðurslønir latnar. Eitt nú verða ársins leikarar, dómarar og venjarar valdir.


Ikki í badmintonhøllini

Ein av fyrireikarunum av tiltakinum, Turið Samró, nevndarlimur í H71, sigur, at verkfallið førir við sær, at tað er ógvuliga trupult hjá suðuroyingum og norðoyingum at koma til Havnar leygarkvøldið, og haraftrat hava eru feløg fyri langari tíð síðani farin undir at fyrireika veitslur leygarkvøldið, tá ið kappingarárið endar. Millum annað hevur Kyndil ársveitslu leygarkvøldið, eins og bæði strandingar og vestmenningar fyrireika okkurt, leggur Turið aftrat.

At tiltakið er útsett, merkir eisini, at tiltakið ikki verður í Badmintonhøllini sum ætlað, tí hon er upptikin 10. apríl. Væntandi verður gallakvøldið í Studentaskúlanum í Hoydølum.


Góð undirtøka

Turið Samró sigur, at undirtøkan til tiltakið hevur verið rættuliga góð, og at tiltakið er útsett, førir við sær, at undirtøkan helst verður enn betur, tí nú liggur tað betur fyri hjá leikarunum í fleiri av feløgunum.

Móttøkan í feløgunum hevur eisini verið stak góð, og eisini hava feløgini verið opin um tankan, at hetta skal gerast eitt afturvendandi tiltak, ið skal markera endan á einum kappingarári. Turið Samró sigur, at H71 skipar fyri tiltakinum í ár, men so er ætlanin, at feløgini skulu skiftast um at skipa fyri tiltakinum. H71 hevur verið í samband við eitt annað felag, sum hevur játtað at skipa fyri tiltakinum komandi ár. Hvat felag talan er um, vil Turið ikki siga, men hetta kemur fram á sjálvum gallakvøldinum.


Ársins leikari, venjari v.m.

Sum áðurnevnt, so skulu ársins leikari, venjari, dómari, stjørnuskot og mangt annað útnevnast á gallakvøldinum. Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at feløgini hava fingið atkvøðuseðlar sendandi. Hvørt lið í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum fær 15 seðlar, og so skulu seðlarnir sendast aftur til fyrireikararnar. Turið sigur, at tey longu nú hava fingið fleiri av seðlunum aftur, og at tað er sera spennandi at síggja, hvør ið fer at vinna tey mongu vøkru steypini.

Ikki allir leikararnir í bestu deildunum sleppa við til gallakvøldið, tí at aldursmarkið er 18 ár, og hetta verður ógvuliga strangt, sigur Turið. Orsøkin til hetta er, at tey hava fingið skeinkiloyvi til gallakvøldi, og tí noyðast tey at hava 18 ára aldursmark. Tvey fólk kunnu tó fáa undantaksloyvi, og tað eru tey, ið verða vald ársins stjørnuskot, um tey eru undir 18 ár, sigur Turið Samró. Um so er, so fáa hesi eisini strang boð um ikki at keypa nakran rúsandi drykk.