Gallakvøldið hjá hondbóltinum nærkast

Hondbóltur: Nú hondbóltskappingarárið er farið aftur um bak, skulu ársins leikarar, venjarar og annað veljast. Hetta verður gjørt á stórum hondbóltsgallakvøldi, sum verður nú leygarkvøldið

Terji Nielsen

Væleydnaða tiltakið í fjør, tá ið hondbóltsleikarar úr øllum landinum hittust eftir lokið kappingarár til eitt stórfingið gallakvøld, verður endurtikið nú leygarkvøldið. Á gallakvøldinum verður funnið fram til, hvørjir leikarar hjá bæði monnum og kvinnum verða skýrdir ársins leikari, verjuspælari, áloypari og so framvegis.


Leikararnir hava atkvøtt

Øll 1. deildarliðini hava longu atkvøtt um, hvønn tey halda vera rætta vinnaran av teimum ymsu heiðurslønunum, og vit her á Ítrótttar Sosialinum loyva okkum her at gita, hvør ið fer at vinna tær ymsu heiðurslønirnar.

Tað eru neyvan nøkur loyna, at tað allarhelst verður annar av teimum báðum stórskjúttunum hjá Neistanum, Áki Olsen og Heini Joensen, sum verður valdur til ársins spælara. Vit loyva okkum at gita, at tað verður Heini, sum fer avstað við sigrinum. Hjá kvinnunum kann roknast við, at tað verður onkur av útlendsku spælarunum, sum fer avstað við heiðurinum. Um tað verður Ioana Rapa, Vesna Tomajek ella onkur onnur er ilt at meta um, men vit gita, at tað verður Ioana. Tað verða eisini júst tey bæði, Heini Joensen og Ioana Rapa, sum eisini fara avstað við steypunum fyri at gerast ársins toppskjúttar.

Ársins málverji verður trupul at finna, serliga hjá monnunum. Kappingin stendur helst ímillum Bárð Nielsen úr VÍF og Johan Danielsen úr StÍF. Kanska kann íslendingurin Petur Magnusson gera seg galdandi, eftir hansara branddyst í Neistamálinum leygardagin. Vit rokna við, at tað verður Bárður, sum fer avstað við steypinum. Hjá kvinnunum stendur kappingin óivað millum tær báðar Maritu Hermanssen úr Kyndli og Rannvá Andreassen úr Stjørnuni. Kanska hevur Marita munin, og vit rokna tí við, at hon dregur tað longra stráið.

Hvør fer avstað við heiðrinum sum Ársins Komandi Stjørna hjá monnunum man lítil ivi verða um. Eftir avrikini hjá unga neistaleikaranum Áka Mørk í teimum seinastu og avgerandi dystunum, er hann heilt greiður favorittur til hendan heiður. Hjá kvinnunum hava vit Gurið Mortensen úr VB sum favoritt til at vinna hendan heiður.

Hinvegin er nógv truplari at spáa um, hvør ið verður valdur til ársins verjuleikara, bæði hjá kvinnum og monnum. Millum menninar fer kappingin kanska at standa ímillum Sjúrð Holm úr VÍF, Hans Áka Dahl-Christiansen úr Kyndli og Sveinbjørn Poulsen úr StÍF. Hvør fer avstað við steypinum, er ilt at meta um, men kanska verður tað Sjúrður. Hjá kvinnunum stendur kappingin eisini ímillum fleiri spælarar. Liðskiparin hjá Kyndli, Jórun Ludvig, er eitt gott boð, eins og systrarnar Sólrun og Eyðbritt Krosslá úr VB, men favorittur hjá okkum til at vinna hendan heiður er Ioana Rapa úr VÍF.

Ársins áleypari skal eisini veljast, og har er kappingin óivað hørð millum teir báðar stórskjúttarnar hjá Neistanum, Áka og Heina, sum tó eisini fara at fáa kapping frá eitt nú Sámal Joensen úr VÍF og ikki minst John Petersen úr StÍF, sum skeyt eina rúgvu av málum, so skjótt sum hann var leysur av fótbóltinum. Vit rokna tó við, at tað verður annar av neistamonnunum, sum fer avstað við sigrinum. Hjá kvinnunum man Ioana Rapa eisini fara at gera seg galdandi her, men Simona Hansen úr Stjørnuni fer óivað at geva henni harða kapping, og kanska fer unga klaksvíksgentan avstað við sigrinum.

Í fjør gjørdust teir báðir Hans Thomassen og Hanus Kúrberg ársins dómarapar, men í ár rokna vit við, at teir fara at fáa harða kapping innan úr Runavíkini, frá Dánjali og Kára Hansen, ið vit rokna við fara at vinna henda heiður.

At tað eru venjararnir hjá føroyameistarunum, ið eru mest upplagdir til at velja til ársins venjarar, man lítil ivi verða um. Tískil rokna vit eisini við, at ársins venjarar 2000 fara at eita Páll Poulsen hjá monnunum og Vesna Tomajek hjá kvinnunum.


Hvat við eini serligari heiðursløn

Tá ið man situr soleiðis og skal meta um eitt farið kappingarár og heiðurslønir, er tað ikki frítt, at man fer at hugsa um Oscar heiðurslønirnar innan filmsheimin. Hesar vóru í sjónvarpinum nú leygarkvøldið, og tá ið tær eru á skránni, verður mangan ein serligur Oscar latin onkrum, sum hevur tænt filmsheiminum væl í mong ár. Hetta kundi passandi eisini verið gjørt í ár, tí at ein maður sum Kári Mortensen hevur tænt føroyskum hondbólti væl í so mong harrans ár, og nú gjørdist hann føroyameistari í 1. deild sum 45 ára gamal! Hann átti kanska at fingið eina serliga heiðursløn.

Gallakvøldið hjá hondbóltinum verður í Læraraskúlahøllini nú leygarkvøldið.