Fyri knøppum tveimum vikum síðani kom kappróðrarárið at enda, og tá blivu allir føroyameistararnir og ólavsøkuvinnararnir eisini funnir. Hetta var sostatt endin á hørðum arbeiði, sum hevur vart í fleiri mánaðir fyri flestu av rógvarunum.
Sjálvt um róðrarkappingarárið er komið at enda, so ætla rógvararnir tó at møtast einaferð afturat í ár. Í kvøld, fríggjakvøldið, verður árliga gallaveitslan nevniliga á skránni triðja árið á rað, og í ár verður hon hildin í B36-húsinum. Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum skipar fyri gallaveitsluni, og í hesum høpi vera eisini fleiri prísir latnir. Prísirnir, sum skulu latast eru fýra í tali. Teir eru ársins felag, ársins áralag, ársins kappróðrarsangur og Fair Play prísurin.
Savna rógvararnar
Í sambandið við komandi gallaveitsluni hjá kappróðrarfólkunum hava vit tikið eitt prát við Jannie Dam Jacobsen, róðurskvinnu á Jarnbardi, sum eisini er ein av fyriskiparunum. Vit spurdu hana, hvat var endamálið við eini slíkari veitslu.
- Endamálið við hesi gallaveitsluni er fyrst og fremst at savna rógvararnar sum ein enda uppá kappróðrarárið. Á gallaveitsluni vera vit savnaði í einum róligum umhvørvi uttan nakra kapping, so tað verður eitt sindur øðrvísi enn í sjálvum kappróðrarárinum, men tað er ikki so galið.
Nógv gott verður eisini skránni hetta kvøldið, sigur Jannie.
- Umframt tær ymisku handanirnar, so verður nógv gott á skránni. Har verður fyrst eitt gott borðhald, og so verður eisini undirhald á skránni. At enda er so eisini dansur.
Leggjast kann afturat, at tað eru teir, sum hava vera dómarar úti á stevnunum, sum eisini døma um, hvat felag skal vera ársins kappróðrarfelag, hvør manning hevur havt ársins áralag, og hvør bátur skal vinna Fair Play prísin. Hvat viðvíkur ársins kappróðrarsangi, so vera tað ymsir tónleikarar, sum fara at døma um hetta.