Gallakonsert við Húsakórinum á Norðuratlantisku Bryggjuni

Leygardagin hevur elsta føroyska útisetasangkórið, Húsakórið, stórfingna gallakonsert á Norðuratlantisku Bryggjuni á Christianshavn í Keypmannahavn.

 

Konsertin verdur hildin í samband við, at kórið hevur 40 ár á bakið.

 

Til konsertina fer Húsakórið at frumføra fýra kórsatsir, sum eru skrivaðir serstakliga til hetta hátíðarhaldið. Satsirnir eru komponeraðir av ávikavist Knút Olsen, Palla Hansen, Leif Hansen og Kára Bæk. Umframt hesar nýggju satsirnar syngur kórið eisini fleiri minni og meiri kendar føroyskar kórsangir og kvæðaløg.

 

Solistar verda Ernst Sondum Dalsgard og Johanna Thomassen.

 

Mpiri, sum er kent fyri sín vokala, rytmiska sang, luttekur eisini.

 

Kórleidari hjá Húsakórinum er Benjamin Gaasedal.

 

Tiltakið verður komandi leygardag og byrjar kl. 15:00

 

Hesum boða fyrireikarar frá.