Sunnukvøldið var fínur døgurði í Gourmet fyri Hans Blix, konu hansara og øðrum innbodnum. Millum gestirnar vóru stjórarnir í fyritøkunum, sum hava verið við til at fingið fyrrverandi amerikanska forsetan Bill Clinton til Føroya, og sjálvandi løgmaður.
Hóast veðrið uttanfyri ikki var av tí besta, var lagið gott og prátið gekk flótandi í matstovuni.
Allir gestirnir vóru væl klæddir og fleiri fín merkir vóru at síggja hetta kvøldið. Tað, ið serliga eyðkendi kvøldið var tann svarti liturin og pløgg frá m.a. Tone Barker og Klivanum.
Sí annars myndafrásøgn.
Frásøgnin er skrivað av Sonju Dalsgaard Nolsøe og Anniku Hedegaard Isfeldt.
Sunva Eysturoy Lassen tók myndir.