Gallaveitslan fyri flogbóltsfólkið er byrjað á Giljanesi í kvøld. Flogbóltssamband Føroya skipar fyri og ársins verða kosin. Higartil er greitt hvør hevur vunnið ársins hevari, verjuspælari, blokkari, áleypari og ársins stjørnuskot.
Her eru vinnararnir higartil:
##med2##
Ársins hevarar: Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Janna Falkvard úr SÍ, og hjá monnunum var tað Thorvald Danielsen, Mjølnir, sum fekk maksimum stig frá øllum.
##med3##
Ársins verjuspælarar: Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Tórfríð Tavsen úr SÍ, og hjá monnunum varð tað Jóhan Petur á Stongum, eisini úr Sí, sum vann heiðurin.
##med4##
Ársins blokkarar: Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Súsanna Sólrunardóttir Ludvig úr Fleyr, og hjá monnunum varð tað Trygvi Hansen, eisini úr Mjølni, sum vann heiðurin.
##med5##
Ársins áleyparar: Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Sofía Purkhús Splidt úr Mjølni, og hjá monnunum varð tað Philip Freere, eisini úr Mjølni, sum vann heiðurin.
##med6##
Ársins stjørnuskot: Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Janna Falkvard úr SÍ, og hjá monnunum varð tað Dávið Hentze, úr Mjølni, sum vann heiðurin.