Galið við sendinetinum

Í óveðrinum 24. november kom so stórur skaði á analogu sjónvarps-sendiútgerðina á Knúki í Sandoynni, at tað ikki ber til at móttaka analoga signalið hjá Kringvarpinum fyribils.

Hetta ávirkar tey, ið búgva í Kirkjubø, Sandi, Skarvanesi, Skopun, Skúvoy, Velbastað, Norðradali og Syðradali.

Tó ber til at móttaka sjónvarpssignalið hjá Kringvarpinum yvir digitala sendinetið hjá Televarpinum. Hetta er galdandi fyri tey, ið búgva í Kirkjubø, Sandi, Skarvanesi, Skopun, Skúvoy og Velbastað. Kringvarpsrásin verður ikki kodað, og tað krevst tí ikki hald hjá Televarpinum at móttaka Kringvarpið.

Fyri at kunna móttaka digitala signalið hjá Televarpinum krevst digital móttøkuútgerð, sum antin er innbygd í sjónvarpinum ella kann útvegast sum sin sjálvstøðug eind. Eisini er neyðugt við eini UHF-antennu sum peikar ímóti einum sendara hjá Televarpinum. Ein er á Knúki og ein í Hesti.

Arbeitt verður við, at eisini tey, ið búgva í Norðradali og Syðradali, fáa møguleikan at síggja sjónvarpið hjá Kringvarpinum yvir Televarpið. Væntandi verður hetta klárt innan eina viku, upplýsir FT Net.