Galið í álopinum

Gurið Mortensen hjá VB var ikki í iva um, hvat gekk galið hjá VB sunnudagin.
- Fyrst og fremst er galið við álopinum. Vit fingu einki at rigga, og vit brendu harafturat sera nógvar opnar møguleikar, so tá verður tungt. Fyrst í seinna hálvleiki gongur eitt sindur betri, og vit koma niður á tvey mál, men so brenna vit alt ov illa, segði hon.
- Í steypafinaluni kann tað fara báðar vegir, men í landskappingini hava tær ført allan vegin, og tær hava helst tað besta liðið. So eg má bara ynskja teimum tillukku við hesum, tá hetta hava tær fortjent.
Sjálvt um Gurið og hinar í VB taptu finaluna, so var hon tó væl nøgd við kappingarárið.
- Vit eru væl nøgdar. Eingin hevði væntað, at vit komu í finaluna, so allar eru stoltar av, at vit komu so langt, segði Gurið at enda.