Ferðafólk umborð á Galaxy fingu fyri løtu síðai tey boð í hátalaranum, at ferjan vendir aftur á Krambatanga.
Galaxy, sum avloysir Smyril á Suðuroyarleiðini, fór av Krambatanga klokkan 17 og var komin til Lítlu Dímun, tá boðini komu.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni stendur at lesa, at siglt verður ikki meira á Suðuroyarleiðini í dag vegna veður. Um viðrar verður siglt av Krambatanga í morgin klokkan 07.00.
Túrurin av Havnini í kvøld dettur sostatt burtur.
Aðrar broytingar eru eisini. Á Sandoyarleiðini eru broytingar og eru hesar lýstar á ssl.fo.
Mynd: Helena Hergeirsdóttir