– Fyri veður er fyribils eingin sigling á suðuroyarleiðini. Kunnað verður um seinni, nær siglt...
Tað eru stuttu boðini frá Strandferðsluni í morgun.
Tað var í gjárkvøldið um hálvgum sekstíðina, at Galaxy vendi við aftur, tá hon var farin av Krambatanga. Komin nakað áraka Lítlu Dímum, vendi skipið viðaftur.
– Galaxy var nakað seinkað suður, og kom ikki á Krambatanga fyrr enn klokkan 16. Tí var fráferðin av Krambatanga næstan ein tíma seinkað eisini. Tá so skipið kom úr fjørðinum gjørdist skiparunum skjótt greitt, at túrurin fór at vera ov drúgvur norður aftur, og avgerð varð tí tikin um at venda suður aftur, segði Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni við in.fo í gjárkvøldið.