Í gjárkvøldið avlýsti Galaxy túrin suður á Tvøroyri, og tey ferðandi máttu liggja nátt í Havn. Eingi kømur vóru tøk umborð, og tískil var neyðugt at fara út at leiga sær hotellkamar.
Í gjárkvøldið fingu tey ferðandi boð um, at skuldu tey við til Suðuroynna í morgun, so skuldu tey møta á keiini kl. 5.30, og skipið skuldi sigla klokkan 6.
In.fo hevur verið í samband við fólk, sum skuldu suður hendan túrin og sagt verður, at tað byrjaði at koma órógv á fólkini í køini í morgun.
- Vit fingu hvørki orð ella boð at vita, um hann nú sigldi suður ella ikki, fyrr enn beint í 6, tá ið bilarnir sluppu umborð. Tað hevði verið fínt við eitt sindur av kunning, tí har sótu barnafamiljur og bíðaðu frá morgunstundini av, sigur ein ferðandi, sum in.f0 hevur tosað við.
Galaxy er nú komin suður, og hildið verður higartil, at hann siglur aftur seinni í dag.










