Fyri løtu síðani loysti Galaxy av Krambatanga og roynir nú at vinna um Suðuroyarfjørð, eftir at hava vent við í gjár og túrarnir í gjárkvøldið og í morgun vórðu avlýstir.
Hvussu fer at gangast hesaferð er sjálvsagt spennandi at fylgja við í, men greitt er, at allir bilarnir sluppu ikki við hendan túrin, men nakrir stóðu eftir á Krambatanga.
Ferðafólk hava í dag nýtt tyrluna at koma aftur og fram í, umframt at trolarin Steintór hevur flutt fólk úr Havn, ið skuldu til jarðarferð í Hvalba í dag.
Mynd: Jón Bjarnason