Fyri tíð síðani var danska verjuskipið, Vædderen, í Føroyum, sum partur av rannsóknarferðini Galathea 3. Rannsóknarferðin er ein náttúruvísundalig verkætlan, og umframt serfrøðingar, granskarar og skúlanæmingar, eru eisini fjølmiðlaumboð umborð, men nú eru tey so vorðin ein færri.
Eitt danskt blað veit í morgun at siga, at myndamaðurin hjá Jyllands-Posten er sendur heim av rannsóknarferðini, heili sjey mánaðir áðrenn upprunaliga ætlað. Orsøkin er hon, at myndamaðurin hevur stolið sprutt frá yvirmonnunum og síðani er tikin í at drekka tað umborð.
Sjálvandi er tað ikki loyvt at stjala, og tá tað annars er fullkomið alkoholforboð umborð, so hevur myndamaðurin forbrotið seg móti fleiri reglum, sum eru galdandi á rannsóknarferðini, og tí er hann koyrdur av skipinum.
Rannsóknarferð ella rukkutúrur
Danska blaðið Ekstra Bladet plagar ikki at leggja fingrarnar í millum í sínum viðgerðum av málum, og tað gera teir heldur ikki í hesum førinum.
Ein av myndamonnunum umborð á rannsóknarskipinum Vædderen, blandaði sítt uppihald á Galathea 3-rannsóknarferðini við ein rukkutúr á Oslo-leiðini, siga teir millum annað í umrøðuni av málinum. Blaðið veit eisini at siga, at myndamaðurin fjasaðist við einum 18 ára gamlum studentaskúlanæmingi umborð, og tað er heldur ikki serliga vælumtókt.
Ekstra Bladet hevur roynt at fingið viðmerkingar frá avvarðandi pørtum, hvørki Søværnets Operative Kommando ella myndamaðurin sjálvur hava hug at viðmerkja málið, men Søværnets Operative Kommando kann kortini vátta, at ein av manningini er sendur heim, og at tað er gjørt eftir boðum frá skiparanum.
MYNDTXT:
Vædderen tá hann var í Føroyum í august, áðrenn leiðin gekk víðari og áðrenn nakar myndamaður var sendur heim