Galatasaray vil hava niðurlendingar

Frank Rijkaard er nýggjur venjari í turkiska stórfelagnum Galatasaray, og stendur tað til Rijkaard, so verður hann ikki einsamallur niðurlendingur í felagnum. Ein turkiskt blað vil vera við, at Rijkaard ætlar sær at fáa Klaas-Jan Huntelaar, John Heitinga og Ryan Babel til Galatasaray at spæla. Allir tríggir eru niðurlendingar og verða helst seldir í summar.