Gaither konsert í Tivoli

Sunnukvøldið 13. mars verður Gaither konsert í Tivoli í Keypmannahavn.

Tað eru amerikansku hjúnini Bill og Gloria Gaither, sum við bólki sínum ?Gaither Homecoming Friends? fara at syngja.

Við á konsertini verða umframt Bill og Gloriu Gatiher eisini Gaither Vocal Band v/Mark Lowry, David Phelps, Michael English, Wesley Hampton. Kevin Williams leikar guitar og við flyglið

situr Gordon Mote. Tilsamans 16 fólk frá Gaither Homecoming Friends. Øll hesi, sum eru kend frá sjónvarpssendingum, verða at hoyra og síggja live í Keypmannahavn.

Føroyska ferðavinnuskrivstovan Faroe Travel skipar fyri ferð til konsertina. Farið verður við flogfari úr Føroyum fríggjakvøldið 11. mars og heimaftur mánadagin. Konsertin verður í Glas-salinum í Tivoli. Talan verður bert um eina konsert, sum verður í tríggjar tímar.