Lagt er upp til føroyingauppgerð í Superettan - næstbestu fótbóltsdeildini - í Svøríki í 2021.
Tíverri bleiv tað staðfest í vikuni, at liðið hjá Brandi Hendrikssyni Olsen, Helsinborgs IF flytur niður í næstbestu deildina.
Men í dag bleiv tað gleðiliga staðfest, at føroyingarliðið í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, GAIS er staðfest at verða eitt av liðunum sum spælir í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Meinhard Egilsson Olsen var á vøllinum í 53 minuttir fyri GAIS áðrenn hann var skiftur út, tá GAIS vann ein sera týðandi 1-0 sigur á Dalkurd á útivølli í seinasta umfarinum í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.
GAIS endar fýra stig omanfyri fjórðaftasta plássið, ið merkir ein upp- og niðurflytingardyst móti einum liði úr triðbestu deildini, og nú kunnu Meinhard og liðfelagarnir fokusera uppá komandi kappingarár í næstbestu deildini.
Endaliga støðan í botninum av Superettan. Umeå og Ljungskile flyta beinleiðis niður. Dalkurd og Trelleborg skulu spæla upp- og niðurflytingardyst móti liðum úr triðbestu deildini:
| 9 | AFC Eskilstuna | 30 dystir | 11 | 4 | 15 | 36 | 49 | -13 | 37 stig |
| 10 | GAIS | 30 dystir | 9 | 9 | 12 | 30 | 41 | -11 | 36 stig |
| 11 | Norrby | 30 | 8 | 10 | 12 | 39 | 41 | -2 | 34 |
| 12 | Ørgryte | 30 | 9 | 6 | 15 | 34 | 43 | -9 | 33 |
| 13 | Trelleborgs FF | 30 | 8 | 8 | 14 | 33 | 41 | -8 | 32 |
| 14 | Dalkurd FF | 30 | 6 | 11 | 13 | 33 | 42 | -9 | 29 |
| 15 | Umeå | 30 | 5 | 12 | 13 | 25 | 47 | -22 | 27 |
| 16 | Ljungskile | 30 dystir | 5 | 8 | 17 | 24 | 50 | -26 | 23 stig |











