Gagnnýta mátingar frá uppsjóvarflotanum

Virðismikil data streyma nú beinleiðis frá Finni Fríða inn á teldu á Havstovuni.

Virðismikil data streyma nú beinleiðis frá Finni Fríða inn á teldu á Havstovuni. Á brúnni á okkara stóru og modernaðu uppsjóvarskipum sæst ein rúgva av informasjón, sum skiparin brúkar til at stýra fiskiskapinum. Hesi virðismiklu tøl verða vanliga ikki goymd, men hetta eru vit í holt við at broyta.

 

Tað skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.

 

Fyri lítlar og ongar pengar verður vatnskorpuhitin, har Finnur Fríði siglir, ”streamaður” inn á eina teldu sum stendur á Havstovuni. Sum dømi er vístur ein makreltúrur hjá Finni Fríða í august í fjør. Her sæst, at hitin inni á Landgrunninum lá um 10,2°C um hetta mundi (nakað heitari inni á firðum), at landgrunssjógvurin er hvast skildur frá heitara Atlantssjónum við sjóvarfalsfrontin (umleið 62,5°N), og at skipið fiskaði norðan fyri 63,5°N, í sjógvi sum lá um 10,5°C. Samanberingar við mátingar, gjørdar við neyvum tóli frá Havstovuni, vísa, at mátingarnar frá skipinum eru álítandi.

 

Um summarið hitar sólin ovastu metrarnar meira enn djúpari, og hetta viðførir at sjógvurin gerst lagbýttur. Makrelur ferðast í hesum 20-50 m djúpa ovara lagnum, og hetta lagið hevur eisini stóran týdning fyri gróðurin í sjónum. Ætlanin er at senda temperaturin frá trolinum eisini, sum, saman við vatnskorpuhitanum, fer at gera tað møguligt at rokna dýpi og styrki av hesum týdningarmikla lagbýti.

 

Fiskaprøvar verða tiknir frá hvørjum tóvi, fyri at vita hvat slag er í og hvussu longdar/støddarbýtið er. Eitt elektroniskt mátiborð, ment á Havstovuni, skal setast umborð á Finn Fríða, so at hesir prøvar verða talgildir beinanvegin, og kunnu tískil leggjast afturat datastreyminum inn á telduna á Havstovuni. Afturat hitamátingunum, fer hetta at vísa, hvar fiskurin stendur í mun til strukturar í sjónum (frontar, meldrar osv). Hetta, at samtíðar (’real time’) fiskaprøvar koma til lands, hevur eisini stórt virði til at kanna hvussu støddarsamansetingin í fiskastovnunum er í mun til t.d. hitan í sjónum.

 

Skjótu broytingarnar í ovaru løgunum, bæði í tíð og stað, eru ringar at lýsa við bert einum skipi. Onnur skip brúka somu (ella líknandi) tøkni sum Finnur Fríði. Ætlanin er at menna eitt liðugt konsept fyri Finn Fríða, og síðani brúka hetta sum fyrimynd til at fáa líknandi tøl frá fleiri skipum í flotanum. Vónandi fer hetta at geva nóg góðan datadekning til at lýsa samansettu broytingarnar á opnum havi.