MAKRELUR
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, legði hart út seint í vár, tá hann tóktist rættiliga sannførdur um, at Føroyar fyri 2010 eiga at áseta sær eina eginkvotu av makreli. Hesi vóru sjónarmið landsstýrismansins, tá ongar ábendingar annars vóru um, at partarnir í strandalandaavtaluni um makrelin ikki vildu lata Føroyum ein frægari býtispart. Føroyski kvotuparturin, sum hevur verið nevndur fyri 2010, er 150.000 tons.
Enn er tó eingin eginkvota ásett, og framvegis bíðar pelagiski flotin og føroyskt vinnulív annars eftir at vita, hvussu verður við kvotuni fyri 2010.
Politiska skipanin í Føroyum samdist herfyri um, at áðrenn Føroyar taka málið um makrelin í egnar hendur og áseta sína egnu kvotu, skulu stig fyrst takast til fundir á politiskum stigi millum Føroyar, Ísland, Noreg og ES.
Enn vantar landsstýrismanninum at hitta fiskivinnukommiserin í ES, og í løtuni er ikki greitt, nær ein slíkur fundur verður.
Ikki nyttuleyst
Fáur man vænta, at politisku samráðingarnar, sum nú eru í gongd, fara at loysa upp fyri einum størri kvotuparti til Føroyar, men kortini heldur landsstýrismaðurin ikki, at hendan tíðin og hesar samráðingar eru til onga nýttu.
- Breið semja er í Føroyum um, at vit politiskt eiga at royna at mýkja støðuna. Hvussu hetta fer at eydnast, er ivasamt. Sjálvur vænti eg ikki, at vit røkka nógv longur í løtuni. Eitt er skjalprógv um, at nógvur makrelur kann vera í føroyskum sjógvi hesa tíðina av árinum – og at fiskurin gýtir her, sum nú eisini er staðfest. Tað er altíð gott við góðum grundarlagi undir ynskjum og krøvum um býtisrættindi; annað er styrkin hjá londunum, vit standa upp ímóti.
Jacob Vestergaard vísir á, at Noreg og ES hava avtalað sínámillum, hvussu partarnir býta tillutaða partin av makreli ímillum sín, og tað skal nógv til, áðrenn hesi lond vilja geva burtur av sínum parti.
Neyðug semja
Spurdur, um hann sum landsstýrismaður kundi hugsað sær, at Føroyar longu høvdu havt ásett sær eginkvotu av makreli fyri 2010, sigur hann, at hesin tanki er ikki langt burtur.
- Men, tá slík stig skulu takast, er umráðandi, at vit sum tjóð standa saman, bæði politiskt og vinnuliga, sigur hann.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tíðin dregur út, og nú er spurningurin, um vinnan annars hevur stundir at fyrireika seg til eina stóra veiði, har neyðugt sjálvsagt eisini er, at fiskurin kemur til høldar á bestan hátt.
- Í løtuni fiska íslendingar nógvan makrel í íslendskum sjógvi, og royndir í føroyskum sjógvi vísa, at mrakrelurin er góður til matna beint í løtuni.
Jacob Vestergaard hevur annars ongar trupulleikar við at góðtaka at roynt verður frá politiskari síðu at mýkja støðuna millum londini, sum eru partur í makrelmálinum.
- Lat okkum nú royna henda leistin fyrst. Spyrst einki burtur úr, hava vit eisini gjørt hesa royndina at tosa okkum til sættis á politiskum stigi, og tað kann bara vera positivt, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sigur hann.
Býtisparturin
Føroyar komu við í strandalandaavtaluna um makrelin fyri 10 árum síðan, men bæði vinna og politiska skipanin í Føroyum halda ikki, at okkara býtispartur, sum liggur niðanfyri 5% av samlaðu makrelkvotuni, er nóg stórur.
Avtalan um makrelin gongur út við ársenda á hvørjum ári, og tá Føroyar fóru til nýggjar samráðingar við Noreg og ES um býtispartin, var føroyska kravið í minsta lagi 15% av heildarkvotuni.
Hvørki Noreg ella ES hava viljað boygt seg og undir teimum samráðingum, sum hava verið um býtið av felagskvotuni, hevur ikki verið upp á tal, at Føroyar kunnu fáa ein frægari býtispart.










