Gagnar ikki nullhugsjónini

Ráðið fyri Ferðslutrygd eftirlýsir, at bilarnir á vegunum verða sýnaðir. Manglandi sýn gongur út yvir trygdina.

Ráðið fyri Ferðslutrygd harmast støðuna á Aktstovuni, sum ikki klárar at sýna bilarnar á føroysku vegunum.
- Tað er stórt spell, at bilar ikki verða boðsendir til regluligt sýn, sigur Brynhild Høgnadóttir og peikar á ta trygd, sum liggur í at sýna bilar regluliga.
Tað er tí ein sera keðilig støða, at 10.000 bilar ikki eru sýnaðir, hóast teir sambært galdandi kunngerð áttu at verið tað.
- Tað er ikki nøktandi fyri trygdina, staðfestir Brynhild Høgnadóttir.
Stjórin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd vísir á tað stóra arbeiði, sum annars verður lagt í ferðslutrygdina.
- Sýnini skulu jú tryggja, at bilarnir eru í góðum standi. So tá akførini ikki verða boðsend til regluligt sýn, so gagnar tað ikki trygdini og harvið heldur ikki nullhugsjónini, sigur Brynhild Høgnadóttir.

Nullhugsjónin
Reyði tráðurin í øllum arbeiðnum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er nullhugsjónin. Tað merkir, at alt virksemi, ið hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við tað stavnhald, at eingin skal doyggja ella fáa álvarligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini.
Brynhild Høgnadóttir vísir á, at arbeiðið við ferðslutrygd kann býtast í fimm yvirskipaðar partar. Vegir, lógarverk, akfarið, menniskjað og eftirlit.
- Í eftirlitispartinum liggur arbeiðið hjá Akstovuni. Og tá hon eftir øllum at døma ikki hevur orku til uppgávuna, so eiga myndugleikarnir at endurskoða, hvat skal til fyri at bilar nú eisini verða sýnaðir, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Stjórin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd leggur afturat, at sjálvandi eigur arbeiðið hjá Akstovuni
ikki at frítaka bileigarar fyri ábyrgd. Tað er eisini ásett í ferðslulógini.
- Men fyri bileigarar og førarar hevur tað stóran týdning at kunna kenna seg tryggan við, at øll akfør á vegunum nú eisini eru í tryggum og góðum standi, sigur Brynhild Høgnadóttir.