Leygarmorgunin kom Gadus hjá JFK Troli á Klaksvík við umleið 750 tonsum.
Meginparturin av lastini hjá Gadusi er toskaflak.
Mikukvøldið fór hin trolarin hjá JFK Troli, Sjúrðarberg, nýggjan túr í Barentshavið.
Tað veit Norðlýsið at siga.
Myndina av Gadusi hevur Dávur Winther tikið.










