Gadus við 735 tonsum

Í dag kemur verksmiðjutrolarin Gadus aftur av túri í Barentshavinum. Teir fóru úr Føroyum 2. jóladag

Verksmiðjutrolarin Gadus hjá JFK Troli í Klaksvík er á veg heim úr Barentshavinum við 735 tonsum.
Hanus Hansen, reiðari, sigur, at størsti parturin av lastini er flak, men nakað er eisini av heilfrystum.
Gadus, sum verður á Klaksvík í dag, fór úr Føroyum 2. jóladag, og fiskiskapurin í Barentshavinum hevur roynst væl.