Verksmiðjutrolarin Gadus er farin nýggjan túr. Skip og manning hava sett kós vestureftir. Teir fara at fiska undir Eysturgrønlandi, har Føroyar eiga toska-og svartkalvakvotu.
Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen í dag.
Leggjast kann aftrat, at seinasti túrurin hjá Gadusi eystanfyri var góður. Fyri umleið einari viku síðan løgdu teir 640 tons upp í Ánunum. Gadus eigur eini 200 tons eftir at fiska eystanfyri.
Dávur Winther tók myndina, tá Gadus júst aftur komin av seinasta túri lá við Kósabrúnna í Klaksvík, áðrenn teir løgdu norður í Ánir við veiðini.










