Trolarin Gadus hjá JFK Troli, sum henda túrin hevur fiskað í norska partinum av Barentshavinum, hevur nú fulla last og fer at seta kós móti Føroyum.
Hanus Hansen, reiðari, sigur við In.fo, at skipið fyrst skal um eina eftirlitsstøð, og tá tað er gjørt, verður farið at sigla við 740 tonsum, harav meginparturin er flak.
- Tað eru tveir mánaðir, síðan skip og manning loystu, og hetta er ein hampiliga góður túrur. Tá Gadus hevur verið heima og landað, verður farið aftur í Barentshavið, sigur reiðarin.
Við Gadusi eru 34 mans, og skipari er Ólavur Biskopstø.










