Gadus siglir heim - fullfermdur

(Snorri Brend skrivar):

FISKISKAPUR: Tað gongur ómetaliga væl við fiskiskapinum hjá Gadusi. Teir hava aftur havt sera góðan fiskiskap henda túrin.

Teir eru tí nú farnir at sigla heim, og verða væntandi á Klaksvík áðrenn ólavsøku.

Sambært Norðlýsinum fór Gadus á nýggjan túr 12. juni og kastaðu fyrstu ferð seks dagar seinni. Nú er lastin full og kósin sett móti Føroyum.

Undanfarni túrurin hilnaðist serstakliga væl. Teir vóru einans burturi í 28 dagar, og høvdu umleið 740 tons í lastini, tá teir løgdur at landi fyrst í farna mánaði. Hetta var samstundis besti túrurin hjá Gadusi, síðani JFK keypti skipið.

Sagt verður um túrin sum nú brátt fær ein enda, at tað var ikki eins nógvur fiskur at fáa, men talan var kortini um ein góðan túr í russiskum sjógvi.

Hóast hetta setti Gadus kortini eitt met: Teir fingu heili 44,5 tons niður í lastina eftir einum einstøkum samdøgri.

Skipari á hesum túrinum er Brandur Joensen.