Gadus er á veg heim. Teir fóru av Klaksvík 28. desember, og klokkan 15 í dag vera teir á kontrolpunktinum og seta síðani kós heim. Teir rokna við at verða á Klaksvík fríggjadagi.
Gadus hevur roynt í russiskum sjógvi, og veiðan er 750 tons - 650 tons av flaki og 100 tons heysað og kruvt, sum teir siga.
Skipari henda túrin er Brandur Joensen úr Miðvági.
Í gjár fór Akraberg nýggjan túr eystureftir. Skipari henda túrin er Erland Olsen.
Enniberg og Sjúrðarberg eru eisini í russiskum sjógvi í Barentshavinum.










