Í góðveðrinum um 15-tíðina í dag loysti verksmiðjuskipið Gadus og fór nýggjan túr eystur í Barentshavið.
Tað er ein góð vika, síðan skip og manning komu aftur av túri, og nú veiðan er løgd upp, og liðugt er at rigga til nýggjan túr, fóru teir longu avstað aftur.
Olivur Joensen á Norðlýsinum, sum er so óførur við myndatólinum, var á bryggjuni í Klaksvík í dag, tá Gadus loysti.