Kl. 11 í morgun legði Gadus at á vestursíðuni í Klaksvík – afturkomin úr Barentshavinum við 750 tonsum í flaki, har størsti parturin verður skipaður til Onglands.
Nógv fólk vóru komin at taka ímóti teirra kæru. Teirra millum eisini Hanus Hansen, stjóri og reiðari, sum stóð í fremstu røð og tók í móti endanum.
Hann hevur í rúma tíð verið við til makrelsamráðingar. Tó at tær gingu væl til endans, so er tað ein serlig løta at standa á støð í Klaksvík og taka í móti einum full fermdum skipi.
Brandur Joensen hevur verið skipari og verður farið av stað aftur kanska seint í komandi viku.
Beint frammanfyri legði líðhamar at, eisini av einum góðum túri.
Tekstur og myndir: Dávur Winther









