Gadus keypti kvotuna

Seld vórðu 1.200 tons fyri ein miðalprís á 2,98 krónur fyri kilo.

 

Uppboðssøla hevur í dag verið av rættindum at veiða 1.200 tons í russiska partinum av Barentshavinum. Sølan fór fram sambært kunngerð nr. 78 frá 29. juni 2016 um uppboðssølu av rættindum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya, sum hevði søluna um hendi, verður upplýst, at seld vórðu 1.200 tons fyri ein miðalprís á 2,98 krónur fyri kilo.

 

- Tað vóru tríggir skrásettir boðsgevarar, sum luttóku í uppboðnum, og tað var ein keypari, ið vann boðið. Keypsupphæddin, ið skal rindast, er 3.576.000 kr.

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya var tað Gadus KG 180, sum í dag keypti hesa kvotuna í russiska partinum av Barentshavinum.