Gadus kom á Klaksik seinnapartin í gjár við 640 tonsum av flaki.
Teir hava fiskað í Barentshavinum og eiga eftir til ein lítlan túr aftur at okkurt um 200 tons, ein kvota við Svalbard.
Brandur Joensen hevur verið skipari henda túrin.
Gadus liggur á Kósini, men fer norður í Norðhavnina at leggja veiðuna upp seinni.
Dávur Winther tók myndina.