Gadus fulla last í fimm vikur

Gadus fór at sigla í morgun og verður á Klaksvík hósdagin

Tað er framvegis framúr gott fiskarí í Barentshavinum.

Í morgun fór Gadus at sigla heim. Teir vera á kontrolpunktinum einaferð í morgin, og teir rokna við at vera aftur á Klaksvík hósdagin.

 

Gadus fór av vánni í Klaksvík stutt fyri midnátt mánakvøldið 29. mai. Teir hava roynt í sussiskum sjógvi. Siglingartíðin er umleið fimm samdøgur. Teir hava harvið roynt í fimm vikur. Veiðan er 745 tons í frystum flaki. Tí kann ikki sigast annað, enn at talan er um sannan roktúr.

Skipari á Gadus henda túrin er Ólavur Biskopstø í Klaksvík.

 

Enniberg er í Barentshavninum. Akraberg fór av Fuglafirði sunnudagin og er komin á fiskileið. Sjúrðarberg fór av Klaksvík um midnáttina týskvøldið.