Gadus Faroensis R.I.P.

Nú var altjóða ráðstevna hildin við øllum, ið hartil hoyrir

Boðskapurin var, at vit skulu burðardygt veiða oyddan stovn. Almennu Føroyar eru í stríð við seg sjálvar.??Dagurin á Faroese Seafood Conference  byrjaði við tveimum landsstýrismonnum, ið hildu hvør sína røðu um evnið, ið www.samvit.fo < HYPERLINK "http://www.samvit.fo/" www.samvit.fo>  lýsir soleiðis: “sustainable practices and the importance of being able to trace the fish back to sustainable production methods” – ‘burðardyggar venjur og týdningurin av at vera før fyri at spora fiskin aftur til burðardyggar framleiðsluhættir.’? ?Teir báðir Jørgen og Jacob bedýraðu, at føroyingar løgdu dent á “sustainability” – ‘burðardyggleika,’ umframt fríhandil, umhvørvisvernd, at mótvirka veðurlagsbroytingum og alt tað rætta og vinsæla í altjóða almenna kjakinum.? ?Síðani komu útlendskir fiskakeyparar og framleiðarar kropp av kroppi og søgdu, at hetta var júst tað, sum teir løgdu dent á. Um talan var um Barentshavið ella Bornholm, saltfisk ella sardinur, besti prísur krevur, at fiskurin sporast aftur til burðardyggar framleiðsluhættir. Stevnugestirnir tóku væl ímóti áhaldandi tilvísingunum til burðardyggleika.? ?Men seinnapartin, eftir at vit á Faroese Seafood Conference høvdu fingið rækjur úr Kina og kræklingar úr New Zealandi til matna, kom vend í. Nú steig umboðið fyri Havstovuna fram á pallin – og helt minningarorð um føroyska toskin, ið eftir øllum at døma ikki verður millum okkara longur. Landsins sakkøni stovnur helt stóran vanda vera á ferð bæði viðvíkjandi toski, hýsu og upsa.? ?Nú er ikki gott at vita, hvørt teir báðir ministararnir bara vilja tosa útlendingar upp í lag og ikki meina nakað við burðardyggleika, ella hvørt teir ikki skilja tær embætisfyrireikaðu ensku røðurnar. Ilt at siga, hvat er verri, ósannindi ella óførleiki. Men okkurt er grundleggjandi galið, tá ið land okkara kann geva útlendingum so ymisk og ósambærlig boð.? ?Sjálvandi kann vera talan um ósemju um allýsingar ella mátingar. Fiskirøðingarnir mæla til at steðga veiði, tá ið fiskideyðin er so stórur, at stór sannlíkindi eru fyri at avoyða stovnin, og tá ið gýtingarstovnurin er lægri enn fyrr sæð. Eftir báðum hesum mátum er toskurin sera illa fyri; og ráðini – eftir altjóða viðtøkum – eru at steðga við allari veiði.? ?Meiningsleyst er hjá almennu Føroyum at tosa um burðardygga veiði við verandi skipan. Landsstýrismenninir kunnu kanska royna seg við øðrum hugtøkum – ‘rakstrardyggleika,’ ‘manningardyggleika’ ella onkrum øðrum, sum tekur samanum hetta at seta stutttíðar atlit til rakstrarúrslit og manningarúrtøku fram um langtíðaratlit. Teir kundu eisini víst á, hvørji tøl eru skeiv, hvørjir fiskastovnar ferðast ella okkurt annað av tí, sum róð verður uppundir við hvørt.? ?Lurtað verður eftir lobbyum?Greitt er, at stórir fiskakeyparar og fiskaframleiðarar hava kravt og fingið í lag, at Eystrasalt og Barentshavið vórðu skipaði burðadygg. Í Føroyum er ávirkanin tó týðiliga umvent proportional við partin av samlaðu veiðini og framleiðsluni. Í beinkjunum í løgtiginum fara í august at sita umboð fyri promillini av veiðiorkuni, meðan tey stóru prosentini bæði av veiði og serliga av fiskakeyparunum ikki lata frætta frá sær við somu miðvísu lobbyismu.? ?Tí má boðskapurin vera: vit mugu hoyra frá føroysku fiskakeyparunum. Vilja teir selja teir síðstu stertarnar, ella vilja teir krevja, at løgd verður langtíðarætlan, so vit gera við tosk sum við seyð –meta varliga, hvør tøkan kann vera og, hvat gróðurin kann bera, og síðani seta úrtøku í framtíð fram um mettu í nútíð.? ?Fiskastovnar okkara er nú í tykkara hondum.